Starvsløn í navni William Heinesens

Tórshavnar Býráð fer á fundi hóskvøldið at taka støðu til eitt tilmæli frá síni mentamálanevnd um, at býráðið á hvørjum ári letur einum listafólki í Havnar kommunu starvsløn í eitt ár.

Mælt verður til, at hendan starvsløn verður uppkallað eftir býarins heimskenda heiðursborgara Williami Heinesen, sum gjørdi vart við seg í bókmentum, myndlist, leiklist og tónlist.

Tórshavnar býráð er kent fyri at virða tann týdning, sum eitt virkið og fjølbroytt mentanarlív hevur, og tað gera vit enn betri við eini slíkari starvsløn, sum eftir uppskotinum kann latast listafólkum á skiftandi økjum.
.
Í stødd verður skotið upp, at starvslønin svarar til eina læraraløn í eitt ár. Sett verður ein serkøn nevnd, sum býráðið og listafólk velja, at taka støðu til, hvør skal hava starvslønina. Ætlanin er at lata hana fyrstu ferð í 2012.

Uppskotið um William Heinesen starvslønina varð longu nevnt í einum mentanaráliti, sum Tórshavnar býráð útvegaði fyri tíggju árum síðani. Stórur partur av uppskotunum í tí álitinum eru síðani framd, men uppskotið um William Heinensen starvslønina kemur nústani ítøkiliga á býráðsins borð.

Vit ásanna samstundis, at tørvur er á einum nýggjum dagførdum mentanaráliti fyri Tórshavnar kommunu. Nógv er hent á økinum hesi árini, og nógv nýtt er undir sólini. Spurningurin um nýtt og dagført mentanarálitið kemur tí til viðgerðar í næstum. ?
---