Í løtuni er ilt at siga, um nøkur loysn er í eygsjón, so starvsfólkini á Dimmalætting kunnu fáa løn.
Emil L. Jacobsen, sum er virkandi álitismaður hjá starvsfólkunum á Dimmalætting, sigur, at hann dugir ikki at siga, um tað ber til at finna nakra loysn, soleiðis at starvsfólkini fáa løn sína útgoldna.
- Tað er avmarkað, hvat eg fái sagt. Men starvsfólkini eru farin til hús, so helst verður einki blað á gøtuni í dag, sigur Emil L. Jacobsen.
Hann fær ikki úttala seg um, hvussu stórar upphæddir talan snýr seg um. Men tað hevur ljóðað, at starvsfólkini ikki hava fingið lønina fyri august mánað. Sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Dimmalætting starvast 20 fólk í fyritøkuni.
Dimmalætting hevur verið í tungum fíggjarligum sjógvi í nógv ár. Fyri trimum árum síðani varð blaðið umskipað, eftir at gamla Dimmalætting ikki megnaði at røkja skyldur sínar, og í fjør varð avtalað gjørd um gjaldførislán við transporti í debetorum felagsins.
Ársúrslitið fyri 2012 hjá Dimmalætting var eitt hall á 3,4 mió kr.










