Starvsfólk til barnagarðin á Svangaskarði
Nes kommuna leitar eftir starvsfólkum at arbeiða í Barnagarðinum á Svangaskarði. Barnagarðurin á Svangaskarði er stovnur undir Nes kommunu.
Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 124 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 35 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.
Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 11.08.25 til barnagarðsstovur og vøggustovur. Størvini eru 30 og 35 tímar. Talan er um barsilstørv og eitt fast starv.
Eisini verður søkt eftir avloysarum og varaleiðara
Vit vænta at varaleiðarin:
- hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum.
- kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- tað er ein treyt, at varaleiðarin er námsfrøðingur og røkir námsfrøðiligt arbeiðið á eini stovu.
Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum fakligum umhvørvi og vera við til at leggja til rættis tað námsfrøðiliga arbeiðið.
Vit vænta at umsøkjarin
- leggur dent á gott samskifti við børnini, starvsfólk og avvarðandi
- hevur umsorgan fyri børnum
- er íðin, nærlagdur og álítandi
- er nýhugsandi og ígongdsetandi
Vit bjóða tær eitt starv, har trivnaður og sambond eru grundarlagið fyri menning og trivnaði hjá børnum, foreldrum og starvsfólkunum.
Arbeitt verður eftir námsætlan og TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), sum er eitt amboð til at skapa trivna og samstarv ímillum stovn og foreldur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Nes Komunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 21.05.25
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jørgin Olsen leiðara, tlf 565021 ella Duritu Skoradal Hansen varaleiðara, tlf 749362.
Nes Kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir