Starvsfólk til Á Vestmanna
Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og kundavendum handli? Vit í Á-handlinum í Vestmanna leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki at arbeiða uml. 30-35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.
Starvið
Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av gerandisdegnum í handlinum og kemur at arbeiða við øllum vanligum uppgávum.
Arbeiðsuppgávur
- At avgreiða kundar og tryggja kundanum eina góða handilsuppliving
- At sita við kassan
- At bíleggja og fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út
- At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
- Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum
- Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ
- Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst
Vit bjóða
- Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfelagar og góða upplæring
Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til starv@ahandil.fo
Umsóknarfreist er 17. mai 2026
Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Fríðvør á tlf. 253311 fyri at hoyra meira.










