Starvsfólk í Kringvarpinum onga kunning fingið

Tey kundu í gjárkvøldið lesa á tíðindaportalum, at stjórin nú var endaliga koyrdur til hús

Fyrr í dag prentaðu vit eitt skriva, sum »starvsfólk í kringvarpinum« hava sent Almanna- og mentamálaráðnum í sambandi við uppsøgnina av stjóranum.

Vit hava roynt at fregnast um, hvørt øll starvsfólk í Kringvarpinum hava tikið undir við skrivinum. Men tað hava tey ikki. Eitt álitisfólk hevur sent skrivið, sum áðrenn tað varð sent út, var sent í felgas telduposti til øll starvsfólk – sum tó ikki hava havt møguleika at taka støðu. Sum skilst eru starvsfólk ikki á einum máli um skrivið, nøkur tí, at tey ikki hava havt møguleika at taka støðu fyri ella ímóti.

Starvsfólkini í Kringvarpinum hava ongan kunning fingið frá kringvarpsstýrinum um avtaluna, sum er gjørd við stjóran um uppsøgn. Tað einasta tey vita, er tað, sum tey í gjárkvøldið kundu lesa á ymsu tíðindaportalunum, sum høvdu fingið tíðindaskrivið frá formanninum í Kringvarpsstýrinum. 

Vit á in.fo bóðu longu í gjárkvøldið um innlit í fráfaringaravtaluna. Men tað hava vit ikki fingið enn, og eftir øllum at døma hevur eingin annar miðil fingið innlit í hana enn. Kringvarpið er ein almennur stovnur, sum er fevndur av lógini um alment innlit.

Rógvi Olavson segði við in.fo fyri løtu síðani, at hann hevði ikki stundir at senda avtaluna beint nú, men at hann fer at senda okkum hana. Men hann kundi ikki siga nær.

Tá tú gert eina fráfaringaravtalu, tá fært tú vanliga betri treytir enn tað, sum tú hevur rætt til. Tað vil siga, at tað helst kostar nakað meira í løn, enn tað sum kringvarpsstjórin í hesum føri hevur rætt til. 

Men tað vita vit ikki, tí at stýrisformaðurin fyri fremsta tíðindamiðil í Føroyum ikki enn hevur givið fjølmiðlunum innlit í fráfaringaravtaluna, sum hann í gjár gjørdi við Ivan Niclasen.