Starvsfólk í Havn vita ikki um tey eru keypt ella seld

Framferðin hjá Tórshavnar Kommunu er als ikki í lagi og fakfelagsfólk eru skelkað

 

Leiðararnir á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu vita ikki, um teir eru keyptir ella seldir.

Tað sigur Joan Midjord, forkvinna í leiðararáðnum hjá Pedagogfelagnum í eini almennari fráboðan frá felagnum nú seinnapartin.

Tað hon sipar til, er, at Tórshavnar býráð hevur boðað frá, at leiðslubygnaðurin á dagstovnaøkinum skal broytast.

 

- Hetta er als ikki í lagi. Tórshavnar Kommuna hevur í fleiri ár tosað um at broyta leiðslubygnaðin á dagstovnaøkinum, men onki er hent. Øll hildu, at hesar ætlanirnar vóru sleptar, og tí kemur tað sum ein bumba, at broytingarnar knappliga skulu setast í verk, næstan uttan nakra fyrireiking, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at flestu leiðararnir eru óttafullir um framtíðina, tí lagnan hjá teimum flestu hongur í leysum lofti.

- Og varaleiðararnir hava longu fingið at vita, at teir allir samlir verða uppsagdir úr varaleiðarastørvunum, men at teir kunnu halda fram sum vanligir námsfrøðingar.

 

- Í stuttum gongur nýskipanarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu út uppá at skipa dagstovnaøkið í kommununi í fýra økisstovnar,  tríggjar fyri dagstovnaøkið og ein fyri frítíðarskúla/ungdómsøkið og hvørt av hesum økjum skal hava ein økisleiðara.

 

- Økisleiðarin skal bæði hava fakliga og fyrisitingarliga leiðslu, millum annað ábyrgdina av starvsfólkunum.

- Á sjálvum stovnunum verður ein námsfrøðiligur leiðari, men varaleiðarastørvini verða øll tikin av.

Joan Midjord staðfestir, at á dagstovnum við færri enn 80 børnum, skal leiðarin arbeiða 15 tímar sum námsfrøðingur á stovunum, og hann verður sostatt leiðari eina løtu og vanligt námsfrøðiligt starvsfólk eina løtu.

 

- Umframt hetta skal gerast ein heildarætlan fyri bygningarnar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu við tí fyri eyga at leggja stovnar  saman.

 

- Tað er ilt at ímynda sær eina slíka ætlan framda í verki, uttan at núverandi talið av dagstovnaleiðarum eisini skal minka. Men ongin veit, hvør so skal út. Tað er ein sera keðilig støða at seta leiðararnar í, tí tað elvir beinanvegin til eina fjalda innanhýsis kapping, har ongin torir at siga nakað av ótta fyri at enda fremst í røðini, tá leiðarar skulu sigast upp”, sigur Joan Midjord.

 

Hon leggur tó dent á, at tað er sera týdningarmikið, at leiðararnir tora at gera vart við seg og at siga sína hugsan um ætlaðu broytingarnar.

 

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er skelkað av framferðini hjá Tórshavnar Kommunu og kann ikki góðtaka støðuna. Skal lýsast eftir økisleiðarum, skulu teir í ein lønarflokk og tað er ein samráðing, Pedagogfelagið er beinleiðis partur av, sigur hon.


- Eg veit, at nógvir leiðarar og varaleiðarar í kommununi eru sera illir, og allir eru sjálvsagt sera ørkymlaðir.


Hon sigur, at ongin verulig hoyring hevur verið millum stovnsleiðararnar ella hjá Pedagogfelagnum.

- Innitrivini í arbeiðsstøðuna hjá tí einstaka leiðaranum og varaleiðaranum eru eisini so stór, at tey eru at meta sum uppsagnir, áðrenn Tórshavnar kommuna kann seta hesa ætlanina í verk. Hetta verður løgfrøðiliga kannað í løtuni, sigur hon.

 

 

Umframt stóru bygnaðarbroytingina ætlar Tórshavnar Kommuna nú eisini at orða ein barna- og ungdómspolitikk fyri námsfrøðiliga økið.

- Tað kann eg bara fegnast um, men tilgongdin má sigast at vera rættiliga øvugt. Tað rætta var sjálvsagt, at kommunan fyrst orðaði ein politikk fyri tað námsfrøðiliga økið, áðrenn hon fór í holtur við fullkomiliga at endavenda alt økið, meðan leiðslur og starvsfólk kenna seg hanga í leysum lofti og ikki vita, hvussu teirra starvsstøða sær út um nakrar vikur ella mánaðir”, sigur Maud Wang Hansen.