Niclas Johannesen
Leiðslan á Strandferðsluni (SL) ætlar ikki at hava sitandi á sær, at SL er eitt rotturreiður. Ei heldur ein køstadungi.
Hetta var skoðsmálið, sum almenni stovnurin fekk frá formanni Fólkafloksins, og júst afturvalda fólkatingsmanninum Óla Breckmann á løgtingi mánadagin.
Nú hevur leiðslan á SL gjørt av, at senda løgmanni Edmund Joensen eitt klaguskriv. Leiðslan krevur eina umbering.
Helgi Nielsen, roknskaparleiðari á SL leggur haraftrat dent á, at leiðslan heldur tað vera ov vánaligt, at løgmaður, sum nú umsitur samferðslumál (eftir at løgmaður segði Sámal Petur í Grund úr hesum starvi), ikki fór upp á tingsins røðarapall og vardi SL móti ákærunum frá Breckmann um, at stovnurin er ein køstadungi og eitt rottureiður.
Í Jesu navni
Óvist er, hvat leiðslan fer at fáa burtur úr hesi kæru.
Hinvegin er tað vist, at løgmaður sjálvur fór á tingsins røðarapall mánadagin og spurdi, »hví í Jesu navni« eitt nú flutningur hjá SL framvegis skal vera á almennum hondum, tá hann kann røkjast nógv betur á privatum hondum.
Løgmaður fegnaðist eisini um, at Óli Breckmann hevði víst á, at undafarni landsstýrismaðurin ? Sámal Petur í Grund ? onki sum helst hevði gjørt fyri at fylgja málsetningum hjá hesi samgonguni um, at privatisera eitt nú flutningin hjá SL.
Niðurleggja arbeiðið
Orðavalið hjá Óla Breckmann hevur ikki bara fingið ilt í leiðsluna hjá SL
Eisini starvsfólkini á SL eru í øðini.
Ein teirra er Sakarias Hansen. Hann arbeiðir, sum bilførari fyri SL og er fyrrverandi formaður á Pakkhúsinum hjá SL.
Hann sigur seg vera troyttan av jagstranini hjá Óla Breckmann eftir alment løntum fólki.
Hann váttar, at starvsfólkini umhugsa at leggja niður arbeiðið ein dag í protest.
Hann sigur eisini, at longu dagin eftir orðini hjá Óla Breckmann, hava kundar spurt um »hetta er rottureiðrið« tá teir hava verið inni á gólvinum Yviri við Strond.
? Aftaná hasa svaduna frá Óla Breckmann av tingsins røðarapalli umhugsa vit av álvara at niðurleggja arbeiðið í ein dag. Tað ber ikki til, at ein tingmaður óátalað sleppur at kasta um seg við slíkum pástandum ? enn tá uttan at tingformaður Jógvan Ingvard Olsen so frægt sum talar at, sigur Zacharias Hansen.
Sum Hitler
?Nú haldi eg, tað er upp á tíðina, at fólk fáa eyguni upp fyri, hvussu niðurbrótandi Óli Breckmann er. Hansara jagstran eftir alment løntum kann samanberast við jagstranina hjá Hitler av øðrvísi hugsandi, sigur Sakarias.
? Hvussu kann tað danska fólkið taka ein slíkan mann í álvara, leggur Sakarias aftrat.
Tað vóru ikki bara løgmaður og Óli Breckmann, ið gjørdu vart við, at SL eigur at privatiserast. Eisini Bjørn á Heygum úr Sambandsflokkinum legði stóran dent á, at tað er høpisleyst, at hava eitt nú lastbilakoyring undir tí almenna, tá hetta kann gerast nógv betur ? t.v.s. meira rationelt og effektivt, sum Bjørn tók til ? á privatum hondum.