Mikudagin samtykti Løgtingið hjálparpakkan hjá landsstýrinum, sum skal bjarga starvsfólkum og vinnulívi undan herviliga fíggjarliga smeitinum, sum koronasmittan hevur fyri samfelagið.
Vit kunnu fegnast um, at tað hevur eydnast at savna so nógvar pengar saman í ALS-grunnin, at hann megnar at lofta øllum teimum, sum nú í hópatali skulu hjálpast av hesum grunni.
Men tað er tó løgið, at øll starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum ikki er javnsett. Vit hava ein almennan arbeiðsmarknað, har starvsfólk eru í tryggum starvi, hava trygg setanarviðurskifti, har tey ikki kunnu tveitast á dyr uttan víðari, tá arbeiðsgevarin finnur tað fyri gott. So hava vit tann privata arbeiðsmarknaðin, har nøkur kunnu fáa nógv betri lønir, enn hjá tí almenna, men har fleiri hava bæði lægri og løn og so nógv ótryggari starvsviðurskifti, enn á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tað eru løntakarar og arbeiðsgevarar, sum hava rindað pengarnar inn í grunnin. Men hví skulu tey á privata arbeiðsmarkaðinum ikki hava fult útgjald, nú arbeiðspláss – eftir beinleiðis boðum frá myndugleiknum, lata aftur og harvið eru noydd at senda fólk til hús?
Tað ruggar ikki rætt, at starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum verða send heim við fullari løn, meðan starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum verða send heim við skerdari løn og skerdum ískoyti úr ALS grunninum. Hevði tað ikki verið rættari at givið starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðinum fult endurgjald?
Ókey, tað hevur grunnurin kanska ikki ráð til. Men hvat so við at lønirnar hjá teimum almennu starvsfólkunum fóru samsvarandi niður, sum lønirnar hjá teimum á privata arbeiðsmarknaðinum?
Tað er ikki í ordan soleiðis at gera mismun á starvsfólkum. Og so slett ikki, tá bæði starvsfólk og arbeiðsgevarar eru fullkomiliga sakleys í støðuni!
Tað eru hvørki landið ella politikararnir sum hava skuldina av íkomnu støðuni. Her standa vit øll saman. Men vit standa so slett ikki saman um, at øll starvsfólk skulu viðgerast líka, at øll skulu javnsetast Hvar eru fakfeløgini? Góðtaka fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hendan mismun?

Starvsfólk hjá tí privata fyri mismuni












