Starvsfólkini vitjaðu Auto Teknik 2004

Fríggjadagin 12. mars fóru fleiri av starvsfólkunum á mekaniska- og plátuverkstaðnum hjá P/F Wenzel í Havn á Auto Teknik 2004 í Fredrica Messecenter

Farið varð til Danmarkar fríggjadagin 12. mars, og tey komu heim aftur sunnudagin 14. mars.

Anthonius Dalsgaard, verkførari hjá P/F Wenzel, sigur, at hetta verður gjørt, fyri at starvsfólkini kunnu sleppa burtur úr dagligdegnum og fáa dagført sína vitan innan sítt starvsøki.

Auto Teknik er staðið, har bilbranchan í Danmark møtist at sýna fram alt tað nýggjasta, sum er komið fram, tað verið seg bæði mekanisk og elektronisk útgerð til bilar og bilverkstøð.

Eisini varð tíð til eina vitjan í ítróttarparkini í Keypmannahavn.

Vitjað varð í
ítróttarparkini í Keypmannahavn,