DEMENTI
»Greinin hevur skapt øsing á Elektron og hjá kundum felagsins. Hetta hevur fingið okkum at endurmeta innihaldið í skrivi okkara frá 26. november.«
Soleiðis byrja starvsfólkini á Elektron teirra fullkomiligu afturtøku av tí, sum varð grundarlagið fyri forsíðugrein á seinastu Fregnum og greinini í Sosialinum leygardagin við yvirskriftini »Gjaldskipanin er óneyðug«.
Í greinunum var víst til eitt innanhýsis skriv frá starvsfólkafelagnum í Elektron til leiðsluna. Brævið var eitt svar til tey sjónarmið, sum komu fram í heilsíðulýsingum frá peningastovnunum og Elektron.
Nú eta tey fýra starvsfólkini hvørt orð í seg aftur.
Trekkja alt aftur
Starvsfólkini førdu annars fram, at talan var um eina ódámliga reklamuherferð til frama fyri Gjaldskipanina, og at leiðslan niðurgjørdi tær skipanir, sum eru mentar á Elektron. Tey førdu fram, at tað hevði loyst seg betur at útbygt verandi V&T-skipan enn at farið yvir til Gjaldskipanina, sum so nógv rok hevur verið um.
Nú taka tey hvørt orð í seg aftur. Í einum skrivi, sum er sent Sosialinum, verður sagt, at tey harmast um innihaldið í skrivinum, sum ikki var nóg væl umhugsað.
»Vit ásanna, at tað ikki er próvgrund fyri teimum pástandum, sum vit førdu fram í skrivinum, og vit eru ógvuliga hørm um illgitingarnar í skrivinum«, skriva tey fýra starvsfólkini, sum hava skrivað undir.
Tey eru formaðurin og skrivarin í nevndini í starvsfólkafelagnum og tvey álitisfólkaumboð.
Broytt meining
Líkt er til, at starvsfólkini antin hava fingið kaldar føtur, ella hava fingið beinleiðis kravboð frá leiðsluni. Tí nú meina tey als onki av tí, sum tey meintu tann 26. november.
»Aftaná enn einaferð at hava lisið opna brævið hjá peningastovnunum og Elektron frá 23. november til Føroya Løgting, hava vit onki at finnast at. Innihaldið er eftir okkara bestu sannføring rætt, og tað er sostatt ikki grundarlag fyri at siga, at nevndin og stjórnin í Elektron hava sagt ósatt«, skriva tey í brævinum.
Í brævinum ásanna starvsfólkini at enda, at tað eru leiðslan og kundarnir hjá Elektron, sum gera av, hvør skipan skal nýtast frameftir. Og tey fýra, sum hava skrivað undir, boða frá, at tey av fullum huga styðja leiðsluna í hennara stremban eftir at finna bestu loysnina í málinum og vilja virka hareftir.
Ongin hóttan
Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður í Elektron, vísir aftur, at leiðslan hevur kravt eina avsannan frá starvsfólkunum ella hótt tey við uppsøgn.
? Tað er mín fatan, at hasi fýra fólkini als ikki umboða starvsfólkini á Elektron. Vit hava spurt, um tey meintu brævið í fullum álvara og biðið tey umhugsa málið av nýggjum, og tey hava so sent eitt skriv út, sigur Jørn Astrup Hansen, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til ítøkiliga innihaldið av brøvunum.
FAKTA
Elektron er edv-veitari til almennar stovnar, peningastovnar, tryggingar og grunnar. Størstu parteigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk, og nettuumsetningurin í 2001 var umleið 46 milliónir krónur.










