Starvsfólkini eru sera stuttlig

Julia Poulsen í 9. a í Ósáskúlanum í Klaksvík er í praktikk á Hotel Hafnia í Havn.

Starvsvenjing
Maria B Hansen


Vit hava sett Juliu nakrar spurningar um, hvat henni dámar at vera í praktikk í Hafnia, og eisini um, hví hon valdi tað.
- Jú, mær dámar hetta væl. Eg seti á borðið, og serveri mat, og tað dámar mær sera væl, sigur hon.
Hon valdi Hotel Hafnia tí hon vildi royna okkurt nýtt.
- Eg helt, at tað fór at virka spennandi. Eg havi altíð tímað væl at vera tænari, og mær dámar eisini væl arbeiðstíðirnar, sigur hon.
Alt er kortini ikki líka sum hon helt tað fór at vera: Starvsfólkini eru ikki so hátíðarlig sum eg helt tey vóru.
- Tey duga eisini væl at skemta og vera stuttlig, sigur hon.