- Hann dugir sera væl, og hann er blíður og fyrikomandi. Hann hevur broytt nógv í handlinum, og hann er raskur.
Maria heldur ikki, at tað er løgið at hava ein leiðari yvir sær, sum er nógv yngri enn hon.
- Hann er so búgvin og ordiligur, so vit hugsa als ikki um tað, sigur Maria.
Dóttir Mariu, Elsa Jógvansdóttir, arbeiðir eisini í handlinum. Hon er eisini sera væl nøgd við nýggja leiðaran.
- Eg má viðganga, at tað var løgið at hugsa sær til at skula fáa ein yngri leiðara. Men nú hann er byrjaður, er tað als ikki løgið. Hann er sera ordiligur og gongur høgt uppí at hava alt ruddiligt. Hann hevur endavent lagrinum, tí at hann vil hava betur skil á. Hann klárar seg sera væl, sigur Elsa.