Starvsfólkið á Eimskip: Settu fyrsta spakan í jørðina

Hósdagin tann 6. juni settu starvsfólkini á Eimskip fyrsta spakan í jørðina, har ein nýggjur skrivstovu- og goymslubygningur verður bygdur

Eimskip er tann fyrsta flutningsfyritøkan í Føroyum, sum fer undir at byggja egna skrivstovu og vørugoymslu á havnarøkinum í Havn.
Hósdagin tann 6. juni settu starvsfólkini hjá Eimskip fyrsta spakan í jørðini, og tá vórðu sátmálarnir við byggifelagið MT Højgaard, Tórshavnar Býráð og Tórshavnar havn undirskrivaðir.
Samanlagt verður nýggi bygningurin 1.500 fermetrar til støddar, og fer nýggja skrivstovan at fevna um 300 fermetrar, og hervið verða betri umstøður skaptar til tey, sum í dag dagliga starvast á skrivstovuni hjá Eimskip.
Umframt eina vanliga vørugoymslu bjóðar Eimskip eisini viðskiftafólkunum at goyma vøru á eini frígoymslu. Har kann hon verða goymd ótollað til hon verður tikin út eftir tørvi. Ein onnur tænasta, sum Einskip eisini fer undir nú, er vøruhotel- og útkoyring. Um kundin manglar goymslupláss í styttri ella longri tíðarskeið, kann vøran liggja á goymslu hjá Eimskip.
Bygningurin hjá Eimskip liggur á Skansabryggjuni, og væntandi verður liðugt at byggja seinast í ár.