Starvsfólkarøkt – hví tað?

Hugaligt at hoyra tær báðar hollu Marjun Eystberg og Ásvør Skaalum tosa um starvsfólkarøkt í Degi og Viku. Og ein kann ikki annað enn at fegnast um, at ljós verður varpað á hetta týdnaðarmikla øki.

Sum HR-mennari í Eik havi eg samstarvað við nógv spennandi almenn og privat arbeiðspláss. Og sigast má, at stórur munur er á, hvør hugburðurin til starvsfólkarøkt er á ymsu arbeiðsplássunum. Summi spyrja um hetta við starvsfólkarøkt og trivnaði er ein poppsmartur trendur, ella um tað veruliga komið fyri at vera. Eg í myndi mær, at starvfólkarøkt og trivnaður er komið fyri at vera, og fleiri orsøkir eru til tess. Tað vísir seg nevniliga, at starvsfólk sum trívast væl: Skifta ikki arbeiðspláss, líka javnan sum onnur Hava færri sjúkradagar enn onnur Fáa meiri frá hondini, eru effekivari Gera færri villur Tekkjast nýggjari arbeiðsmegi Øll vita vit, at landinum tørvar arbeisðmegi og at arbeiðsloysið er metlágt. Tí er talan um eina vinn/vinn støðu hjá øllum pørtum um og starvsfólkarøkt verður raðfest. Hóast fleiri almenn og privat arbeiðspláss virka fyri einari góðari starvsfólkarøkt, er enn langt á mál í fleiri førum. Skilabest hevði tí verið, um ein verulig trivnaðarætlan bleiv raðfest. Eg meini, at vit politiskt áttu at játta pening til eina trivnaðarætlan. Kapping er um bestu starvsfólkini, og tað er ein sannroynd, at hjá nógvum skal ikki so nógv til, fyrr enn tey leita sær eftir nýggjum avbjóðingum. Kanningar vísa, at tað tekur umleið 2 ár at læra eitt starvsfólk upp. Tað vil siga, at tað kostar einum arbeiðsplássi nógvan pening, hvørja ferð eitt starvsfólk velur at siga upp. Trist at hugsa um, ikki minst innan almanna – og heilsuøki har fíggjarætlaninirnar sum er eru skornar inn á bein. Ein partur av starvsfólkarøktini nýtist ikki at kosta so nógvan pening. Tað veri seg jaligur andi, viðurkenning, ávirkan á arbeiðsdagin og raðfesting av uppgávum. Men tá talan er um menning, so sum eftirútbúgving og skeiðir kostar tað sjálvsagt. Hoyrdi ein fyrilestur hjá HR-stjóaranum hjá TDC. Hon hevði hendan hugburðin til førleikamenning: “Der er mange der spørger, hvorfor vi dog bruger så store summer på videre –og efteruddannelse, for hvad hvis folk forlader os efter endt uddannelse. Jeg mener, at alternativet ville være værre. Altså hvis folk forblev hos os, uden at blive klædt optimalt på til at løse arbejdsopgaverne!” Ja, verulig starvsfólkarøkt er av sonnum enn eitt dømi um, at tað eru bleytu virðini sum skapa hørðu úrslitini!