Stóri vøksturin hjá felagnum seinastu árini hevur viðført at
tørvur er á at seta eyka orku inn á at samskipa, savna og menna menniskjaligu orkuna í felagnum enn betri.
Uppgávan hjá starvsfólkaleiðaranum verður í tøttum samstarvi við stjórn og
deildarleiðarar at tryggja at felagið og tess starvsfólk eru best møguliga
útborin, inspireraði og motiveraði til at røkja felagsins áhugamál.
Starvsfólkaleiðarin virkar í eini stápsfunktión og vísir beinleiðis til
stjórnina.
Steinbjørn Hardlei tók prógv í virkisbúskapi sum ba.oecon við Århus
Universitet í 1994. Eftir hetta hevur hann royndir sum m.a. kredittráðgevi og
starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa.
Hann hevur harumframt tikið eina 1 ára altjóða serútbúgving í
broytingarleiðslu á Professional Development Institute í Belgia í 2003.
Síðani hevur Steinbjørn Hardlei lisið kandidatlesnað í virkisbúskapi,
cand.oecon., sum fjarlesandi við Århus Universitet. Samstundis hevur hann rikið ráðgevingarfyritøkuna Hugin spf., ið m.a. hevur fingist við at hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum á HR-økinum.
Steinbjørn Hardlei kemur úr einum starvi sum hr-mennari í Føroya Sparikassa.
Myndatekstur:
Frá 1. mars er Steinbjørn Hardlei settur í starv sum starvsfólkaleiðari hjá Atlantic Airways










