Starvsfólk á Varðanum Pelagic tikið útbúgving sum Hjálpi-roykkavari

Fyrstu 14 starvsfólkini á Varðanum Pelagic hava tikið útbúgving sum Hjálpi-roykkavari.

Hetta upplýsir Varðin Pelagic á sínum facebook vanga.

Hesar síðstu 3 dagarnar hava fyrstu 14 starvsfólkini luttikið í skeiðið, sum gevur teimum førleika sum Hjálpi-roykkavari.

Ein Hjálpi-roykkavari er eitt starvsfólk, sum kennir sítt arbeiðspláss væl, og sum í tilfelli av eldi kann hjálpa tí lokala sløkkiliðnum.

Ein Hjálpi-roykkavari kann virka sum vegvísari, so at sløkkiliðsfólkini koma skjótt til eldin, hjálpa við at lata hurðar upp, vísa hvar størstu virðini eru, so at tey kunna bjargast fyrst, og vísa á serliga sárbær øki.

Stutt sagt kann ein Hjálpi-roykkavari hjálpa arbeiðsplássinum og tí lokala sløkkiliðinum, við at bjarga virðislutum og minka um skaðan við eldi.

Endamálið við útbúgvingini er eisini at geva luttakarunum neyðugu vitanina, og neyðugar royndir, so at tey kunna virka í tí dagligu tilbúgvingini.

Útbúgvingin til Hjálpi-roykkavara tekur 3 dagar á 8 tímar.

Útbúgvingin inniheldur teori um grundleggjandi brand teori, innanhýsis brunaskipanir, innanhýsis tilbúgvingarætlanir, roykkaving, sløkkiháttir, uppbygging av einum skaðastaði og kennskap til tilbúgvingina.

Tað verður eisini undirvíst í, hvussu bygningarnir eru uppbygdir og um viðlíkahaldsreglur fyri virkið.

Í tí praktiska partinum av útbúgvingini læra Hjálpi-roykkavararnir um brúk av roykkavaraútgerð og um sløkkiliðsbúnan við útgerð, koma at venja í leiting av brunastaði, sum gevur royk, í leiting eftir savnaðum fólkum á virkinum og sløkkivenjingar við hondsløkkjarum og brandslangum. Fáa kennskap til ABA við til hoyrandi skipanum: sprinklara (AVS), ventilatión (ABV), brandhurðar (ABDL), talu varsling (AVA) ammoniakk alarm, sirenu ljóð, teppiskipan undir lofti og høvuðs el-talvur á virkinum.

Arbeiðsplássið fær við hjálp av hjálpi-roykkavaraútbúgvingini, eisini eitt fyribyrgjandi átak í móti eldi, sum er tann størsti vandin fyri eitt so stórt virkið.


Í næstu viku verður enn eitt lið av 14 fólkum útbúgvin sum Hjálpi-roykkavari, skrivar Varðin Pelagic á facebook vanga sínum.