Mikudagin verða átta starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsið heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu.
Í hesum sambandi fáa tey nú »fortjenstmedalje« í silvuri frá drotningini og hana fáa tey á einum lítlum hátíðarhaldi mikudagin. Fyri at avmarka vandan fyri nakar verður smittaður við koronu, verður hátíðarhaldið ikki alment, men bara fyri avvarðandi hjá teimum og so starvsfeløgunum á sjúkrahúsinum.
Tey átta, sum fáa medalju, eru:
Agnes Sanna Mortensen, bioanalytikari, sum byrjaði í starvi 1. mars 1976.
Bergur Stórhamar, skrivstovufulltrúi, sum byrjaði í starvi 1. feb 1977.
Oddný Nolsøe, sjúkrarøktarfrøðingur, sum byrjaði í starvi 16. mars 1977.
Doris Petersen, køkshjálpari, sum byrjaði í starvi 1. aug 1977.
Sonny Ellendersen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum byrjaði í starvi 15. mars 1978.
Anna Djurhuus, sjúkrahjálpari, sum byrjaði í starvi 1. mars 1978.
Óluva Kirstin Holm, reingerðarfólk, sum byrjaði í starvi 1. juni 1979.
Heidi Niclasen, reingerðarfólk, byrjaði í starvi 1. aug 1979.