Leygardagin var limafundur í Sosialráðgevarafelag Føroya. Hetta var ein opin fundur, sum bæði aðrir sosialráðgevarar og lesandi vóru við til.
Á skránni var m.a. fráboðaða samanleggingin av Almennastovuni og Nærverkinum.
Evnið hevði stóran áhuga, ti tað møttu 25 fólk á fundinum.
- Meirlutin av sosialráðgevarunum helt, at tað verður fleiri fyrimunir enn vansar við at leggja saman, sigur Sjúrður Johannesen, formaður í Sosialráðgevarafelag Føroya.
Størsta fyrimunin halda tey vera, at tað verður gott fyri borgaran bara at hava ein stovn at venda sær til, eina hurð at fara inn ígjøgnum.
Vilja upp í arbeiðið
Sosialráðgevararnir søgdu greitt, at teir fegnir vilja gera sítt til at fáa samanløgdu stovnarnar at virka, men tað krevur, at teir sleppa upp í fyrireikandi arbeiðið. Teir halda eisini, at verða fakfólkini hoyrd, slepst undan, at fleiri mistøk verða gjørd. Tað r neyðugt, fyri at borgarar ikki detta niðurímillum.
Men hóast meirlutin av sosialráðgevarunum tekur undir við samanleggingini, kemst ikki uttan um, at fleiri teirra eru ørkymlaðir av vantandi kunningini, sum hevur verið verri í Nærverkinum enn á Almannastovuni.
Ætlanin ikki lýst
Sjúrður Johannesen finst eisini at vantandi kunningini. Einki hevur verið gjørt við at stinga út í kortið og at kanna fyrimunir og vansar.
- Hesin mátin hevur skapt sera stóran ótryggleika í umsitingi. Tað er ikki so nógv galdandi fyri sosialráðgevarar sum fyri onnur í umsitingunum. Sum ein málbar seg á fundinum: Tað er vandamikið at rysta í eina so stóra skipan, tí tá fer alt at vagga, og borgarin rindar prísin. sigur Sjúrður Johannesen.
Starvsfólk rýma
Hann veit, at ótryggleikin hevur fingið fleiri starvsfólk bæði á Almannastovuni og í Nærverkinum at skifta starv. Fleiri dugnalig fólk hava longu sagt upp og funnið sær annað starv.
Sjurður Johannesenheldur sum formaður í felagnum tað vera løgið, at ikki meira orðskifti hevur verið um samanleggingina. Hetta eru tveir stovnar, sum fáa størstu játtanirnar á fíggjarlógini. Brúkararnir eru nógvir, og starvsfólkini út við 1700.
Ein grundgeving fyri at leggja stovnarnar saman er at spara.
- Tann grungevingin heldur í hvussu er ikki, men tað verður kanska lættari fyri borgaran at hava ein stovn at venda sær til, og tað verður kanska lættari hjá starvsfólkunum, sum nú eru á Almannastovuni, at beina mál víðari í skipanini, sigur Sjúrður Johannesen.
Heldur nýggjan stjóra
Hann heldur tað verður skeivt, at Almannaráðið ætlar at siga øðrum stjóran upp, hin skal verða stjóri á samanlagda stovninum. Hann heldur, tað hevði verið rættari at sett ein nýggjan stjóra og latið verandi stjórar verið ráðgevar. Annars fær samanleggingin slagsíðu heldur hann.
Ergoterapeutarnir hava eisini spurt, um tað ikki er eitt nýtt stjórastarv, tá ið tveir stovnar verða lagdir saman. Almannamálaráið hevur svararð greitt, at starvið ikki verður lýst leyst.
- Vit sosialráðgevarar vilja fegnir vera við í arbeiðinum við at leggja stovnarnar saman, og tað skal gerast á ein hátt, so fyrst og fremst verður hugsað um borgaran, sigur Sjúrður Johannesen.