Starvsfólk í privatu vinnuni fáa framvegis børnini ansað á stovni

Kunningin sum higartil er farin út frá kommununum um barnaansing hevur verið mangulfull og ógreið, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at tað er umráðandi, at samfelagið ikki steðgar upp hesar vikurnar, hóast Løgmaður hósdagin gav boð um, at virksemið í landinum minkar.

Við hesum boðunum varð eisini boðað frá, at børn skulu vera heima, og at skúlar og dagstovnar kring landið bert hava opið í sera avmarkaðan mun.

Les eisini: Tey á privata arbeiðsmarknaðinum hava tørv á dagstovnatilboði

– Vinnufyritøkur skulu so gjørligt koyra so  so ótarnað, sum gjørligt er. Tey starvsfólk, sum ikki hava annan møguleika fáa ansing til síni børn kunnu taka av kommunala ansingartilboðnum, sigur Marita Rasmussen.

Á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur, at tey hava verið í samband við kommunufelagið, og sambært teimum er barnaansing tøk fyri tey, ið hava tørv á ansing til og við 3. flokk starvsfólk í privatu vinnuni fáa framvegis børnini ansað á stovni.

– Kunningin sum higartil er farin út frá kommununum um barnaansing hevur verið mangulfull og ógreið. Tí er tað neyðugt undr øllum umstøðum við nýggjari kunning, sigur hon.