Í rapportini, sum náttarvakturin á Hotel Føroyum lat stjóranum fríggjadagin, stóð at lesa, at ongantíð áður hevði hann upplivað slíkan atburð hjá ferðafólki á Hotel Føroyum. Bretski umhvørvismaðurin, Nigel Hughes, var sambært stjóranum á Hotel Føroyum so sintur, at hann hótti at bróta lutir og gera seg inn á starvsfólk.
- Eins og náttarvaktur okkara skrivaði, havi heldur ikki eg upplivað slíkan atburð, sigur Johannes Jensen. Hann vísir á, at bretin kom ovursintur inn á skrivstovurnar handan reseptiónina á Hotel Føroyum, og at starvsfólkini av álvara kendu seg hótt av ágangandi atburðinum.
Altjóða støði
Stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen, sigur, at altjóða støði fyri check-in tíð er kl. 14, meðan somu reglur áseta, at fólk skulu vera úti kl. 12.
- Hotellið var fult, ferðafólk okkara lógu í fasta svøvni, og so krevur Nigel Hughes eitt kamar kl. 5.30 um morgunin, sum vit sjálvsagt ikki kunnu eftirlíka, sigur Johannes Jensen.
hann vísir á, at talan er um vanliga mannagongd á altjóða støði, og at Hotel Føroyar vanliga ongan trupulleika hevur av bíðitíðini hjá ferðafólkunum frá tí, at Nørrona leggur at kl. 5, til kømur eru tøk kl. 14.
Eingin trupulleiki
Hóast ferðafólk hvønn fríggjadag og mánadag koma á hotellið tíðliga um morgunin, áðrenn kømur eru tøk, er sambært Johannes Jensen ongantíð ónøgdsemi.
- Tey verða upplýst um hesi viðurskifti áðrenn tey koma til Føroya, morgunmatur er kl. 6.30 og vit hava eitt bagagurúm til øll ferðafólk, sigur stjórin á Hotel Føroyum. Hann vísir víðari á, at ferðafólk sjálvsagt ikki koma til Føroya at sita á kamarinum ella í eini lobby á Hotel Føroyum, og at tey tískil vanliga fara beina leið av aftur hotellinum um morgnarnar til fyrireikaðar túrar og tílíkt.
- Tískil var talan um eitt serligt fyribrigdi fríggjamorgunin, har maðurin fór út um øll saklig mørk, slær Johannes Jensen fast.
Hann vísir á, at ónøgdsemi ongantíð hevur verið millum kundarnar gjøgnum summarið, og at umhvørvismaðurin Nigel Hughes fekk allan peningin aftur og nýtt kamar á Hotel Tórshavn.