Starvsfólk noyddust at gjalda fyri at sleppa á wc

Í einum bakaríi í Eysturríki byrjaði stjórin at máta tíðina av, hvussu langa tíð starvsfólkini brúktu á wc´inum.

- Hann skrivaði wc-tíðirnar inn á telduna hjá sær og trekti pengarnar frá árliga jólabonusinum hjá okkum, sigur Christian Drobits, ið er ein av fyrrverandi starvsfólkunum í bakarínum.

Eftir at ein bólkur av starvsfólkunum settu seg í samband við Arbeiðseftirlitið, sum heitti á stjóran um at steðga við hesari skrivan av wc-tíðum.

?Um stjórin ikki steðgar við hesum beinanvegin, endar sakin í rættinum?, skrivar blaðið ?Sydsvenskan?.