Starvsfólk hjá Facebook hava gjørt ein óoffisiellan og loyniligan bólk, sum skal arbeiða ímóti, at følsk tíðindi breiða seg á netinum.
Tað var serstakliga undir amerikanska forsetavalstríðnum, at følsk tíðindi vóru nógv at síggja á sosiala miðlinum.
Tað skrivar Politiken í dag umvegis netmiðil Buzzfeed.
Buzzfeed sigur seg hava tosað við fleiri loyniligar keldur innan Facebook starvsfólkahópin, og hesi vátta, at bólkurin er til.
Sambært keldunum hjá Buzzfeed eru fleiri enn 12 starvsfólk í bólkinum.
Mark Zuckerberg segði annars í farnu viku, at tað er ein ørur tanki at hugsa sær, at Facebook skal hava verið viðvirkandi til, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið.
Men tær loyniligu keldurnar hjá Buzzfeed siga, at tað ikki er ein ørur tanki.
- Tað er meira ørt, at Mark Zuckerberg avvísir hesum, tá ið hann veit, at starvsfólk í fyritøkuni hvønn dag síggja, at følsk tíðindi breiða seg á okkara miðli, sigur ein av keldunum við Buzzfeed.
Tey kenna seg also samsek í, at Donald Trump vann forsetavalið og fara tí framyvir at royna at forða fyri ósannindum á netinum.