Starvsfólk heiðraði á Skúlaheiminum

Týsdagin var samkoma á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn í sambandi við at Arni Clementsen, økisleiðari, og Eirikur Simonsen, lærari, høvdu 25 ára starvsdag. Samstundis hevði Yngva Skaalum, skrivstovukvinna, 30 ára starvsdag

Arni Clementsen og Eirikur Simonsen byrðjaðu báðir sama dag á skúlanum.

Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, helt talu, hann segði m.a. at Arni og Eirikur høvdu hvør á sínum øki verið við í menningini av skúlanum hesi seinastu 25 árini, og at tekniska menningin og framkomna tøknin setur stór krøv til starvsfólkini á skúlanum.
Egon nevndi eisini at Petur Hentze, sum andaðist í fjør, byrjaði eisini 1. januar 1979.

Arni Clementsen er 53 ára gamal, hann er útbúgvin bygningssnikkari og byggifrøðingur. Hann byrjaði sum lærari á timburdeild skúlans 1. januar 1979 og arbeiddi í nógv ár sum lestrarvegleiðari á skúlanum. Hann var við til at fyrireika teknisku assistentútbúgvingina og undirvísti har. Hann var við til at fyrireika og seta í gongd byggiteknikaraútbúgvingina, har hann eisini undirvísti.
Í 2000 byrjaði hann sum økisleiðari, og er hann framhaldandi í hesum starvi.
Arni er giftur Ellu Smith úr Havn, og eiga tey tvey børn.

Eirikur Ó. Simonsen er 52 ára gamal, hann er útbúgvin bilmekanikari og maskinmeistari. Hann varð settur í fast starv sum lærari á bildeild skúlans 1. januar 1979, og hevur hann í mong ár virkað sum leiðandi lærari á bildeildini.
Hann man vera ein av teimum, sum hava størstu vitanina innan framkomna biltøkni í dag.
Eirikur er giftur Sigurlaug, ættað úr Saksun, og eiga tey tvey børn.

Arni og Eirikur fingu gávur handaðar frá skúlastjóranum.

Eisini handaði skúlastjórin eitt blómutyssi til Yngvu Skaalum, skrivstovukvinnu, sum hevði 30. ára starvsdag 1. mars 2004 . Fyri fimm árum síðan, tá hon hevði 25 ára starvsdag, var eisini móttøka á skúlanum.
Myndatekstur:

Eirikur Ó. Simonsen, lærari á bildeildini, hevði 25 ára starvsdag, Yngva Skaalum, skrivstovukvinna, hevði 30 ára starvsdag, og Arni Clementsen, økisleiðari, hevði 25 ára starvsdag á Tekniska Skúla

Mynd: Álvur Haraldsen