Starvsfólk fáa 202.000 krónur í bonus

Starvsfólk hjá norska alifelagnum Nova Sea kunnu fegnast í hesum døgum. Tey fara nevnliga at fáa ein bonus á góðar 202.000 krónur (norskar).

 

Tað skrivar heimasíðan ilaks.no.

 

Nova Sea, ið hevði eitt avlop í fjør á eina góða milliard, hevur eina innanhýsis reglu, at starvsfólk fáa fýra prosent av avlopinum eftir skatt í bonus.

 

Árið í fjør var metgott hjá Nova Sea og felagið umsetti fyri 2.6 milliardir í 2016. Ein øking á góðar 750 milliónir.

 

Eigararnir av Nova Sea eru Vigner Olaisen og Marine Harvest.