Stjórin á Vodafone undirstrikar, at tað var ongantíð vandi á ferð, tá starvsfólk hjá vodafone vóru bráflutt eina løtu á flogvøllinum í París í dag, har tey eru stødd í løtuni á starvsfólkaútferð.
Men eftir at in.fo skrivaði tíðindi um hendingina, eru starvsfólkini niðurringd av familju og kenningum, ið vilja vita, hvussu veit við hjá føroyingunum.
Men staðfestast kann, at øll hava tað gott og at vandi ongantíð hevur verið á ferð.
Sum greitt frá í fyrri greinini um hendingina, so var orsøkin ein taska, ið lá uttan eigara, men skjótt var alt avblást aftur.
Stjórin á Vodafone upplýsir, at øll hava tað gott og at ongin nakrantíð hevur verið í vanda, tí talan var bert um trygdarfólk, ið settu trygdina í hásæti. Veruligur vandi var ongantíð á ferð.










