Tvær starvsetanir hava verið á Strandferðsluni.
Jóhan Petur Abrahamsen er settur í starv sum leiðari á Sjódeildini. Hann tók formliga við starvinum mánadagin 3. august, har hansara fyrsta uppgáva er at seta ein nýggjan skipsinspektør.
Eisini er Marin H. Hentze sett í starv sum nýggjur ferðslusamskipari. Marin er vágbingur og hevur ferðavinnu útbúgving; BA í Hospitality Management og MA í Arts and Tourism. Arbeiðsroyndir hennara koma m.a frá leiðarastarvi í Visit Vagar og verkætlanararbeiði á Christiansborg har hon hevur verið við til at samskipa ferðavinnupakkar til Tvøroyri og Grønlands við cruise skipum. Marin tók við starvinum mánadagin 3. august.