Starvsdagur hjá Heimamissiónini

Tann 1. september hevði Niels J. Nielsen 30 ára starvsdag sum trúboðari.

Niels J. er føddur 24. august 1938 og uppvaksin á Strondum. Hann er sonur Annelenu og Amandus Nielsen. Eftir fólkaskúlan var hugurin, sum hjá so mongum øðrum ungum dreingjum, til sjógvin. Hann fór sín fyrsta túr til skips við Knørri. Skúlaárið 59/60 gekk hann á navigatiónsskúla, har hann fekk skiparaprógv.

Eftir at hann legðist uppá land í 1972, kendi hann kall til trúboðaratænastu. Við hesum kalli fór hann á bíbliuskúla hjá Indremissionsselskapet í Oslo skúlaárið 73/74. Eftir nakrar mánaðir á Sjómansheiminum í Havn, fór hann eisini á bíbliuskúla hjá Indre Mission í Børkop í januar 1975.

Her kom hann eisini í samband við aðalskrivaran hjá Indre Mission. Hetta samband førdi hann til eitt trúboðarastarv. Hann skuldi byrja sum trúboðari hjá Indre Mission í Brande 1. september 1975. Um somu tíð, 6. september 1975, giftist hann eisini við Marjun, sum er ættað úr Fuglafirði. Tey eiga børnini Ámund, Hans Petur, Annu Mariu og Áka.

Í 1981 flutti Niels J. til Føroya at verða trúboðari. Fyrstu 12 árini var hann í Havnini. Í 1993 fluttu tey til Fuglafjarðar, og síðani 1. september 1998 hava tey búð á Strondum.

Niels J. hevur hesi árini ferðast nógv kring landið til missiónsvikur, møtir og bíbliutímar. Eisini hevur hann gjørt nógv av at vitja gomul og sjúk.

Móttøka verður í Missiónshúsinum á Strondum sunnudagin 18. september kl. 19.00.
Vit vilja ynskja Niels J. v. fam. hjartaliga tillukku á starvsdegnum og framhaldandi Guds signing.