Vestmanna.fo
– Gott samanhald og góðar umstøður at virka í ger, at fólk eru so leingi partur av sløkki- og bjargingarliðnum.
Tað sigur Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður.
Um vikuskiftið vóru starvsdagar hátíðarhildnir hjá Vestmanna sløkki- og bjargingarliði. Ikki færri enn 12 fólk hava havt starvsdag og fríggjakvøldið vóru allir starvsdagar hátíðarhildnir og síðan var tunnusláttur á skránni.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, handaði teimum takkargávu fyri trúfesti og dugnaskap.
Starvsdagarnir vóru hesir:
45 ára starvsaldur – Niels Thomas Pedersen
35 ára starvsaldur – Jógvan Sigurd Hórðará
30 ára starvsaldur – Helgi Finn Poulsen, Marner Seloy og Jónfinn Egilsnes
25 ára starvsaldur – Jónolvur Andreasen, Rodmund Andreasen, Martin Hansen og Johnny Joensen
20 ára starvsaldur – Ingdor Klein Olsen
15 ára starvsaldur – Jákup Martin á Válinum og Høgni Johansen
Vestmanna kommuna fegnast um at hava so trúføst starvsfólk og ynskir teimum hjartaliga til lukku við starvsdøgunum.
Vestmanna sløkki- og bjargingarlið telir 20 mans í aldrinum 30 til 70 ár.