Starvsdag hjá Føroya Shell

Hjá Føroya Shell hava tey tann politikk, at tey gera nakað burtur úr, tá starvsfólk hava rundar starvsdagar, og 3. september 2005 hevði Trygvi Hansen starvast 15 ár í fyritøkuni. Hetta bleiv eisini markerað

Trygvi er 39 ára gamal og havnarmaður. Hann lærdi til maskinsmið hjá P/F Wenzel Petersen og varð útlærdur í 1988.

Eftir at hava koyrt lastbil hjá Just Sivertsen í tvey ár fekk hann starv hjá Føroya Shell 3. september 1990. Fyrstu árini koyrdi hann tangabil, og síðan 1. januar 1993 hevur hann arbeitt sum oljufýrservicemaður.

Trygvi sigur, at hesi árini hann hevur arbeitt í hitatænastuni eru oljufýringarnar vorðnar nógv stabilari, tað er sjáldan at tær t.d. steðga av stormi og ringum veðri. Arbeiðstíðin verður fyri tað mesta brúkt til at gera tey árligu eftirlitini.

Annars er at siga um Trygva at honum dámar væl at renna  eisini saman við starvsfeløgunum. Umframt at hann luttekur í flestu rennikappingum í Føroyum, hevur hann eisini luttikið í eini marathonkapping í Keypmannahavn.

Trygvi er giftur Mary, f. Johannesen, úr Havn. Tey búgva í Hoyvík og eiga trý børn: Rannvá, Svanna og Hørður.