Helgi Rasmussen hevur dags dato sagt seg úr starvi sum stjóra í Sernámsdeplinum.
?Eg havi valið í millum at vera stjóri í Sernámsdeplinum ella varðveita mítt trúðvirði?. Helgi Rasmussen, sum hevur verið stjóri í Sernámsdeplinum, hevur dags dato sagt seg úr starvi.
Hann hevur sent okkum hetta bræv, har hann greiðir frá, at hann hevur fingið tænastuboð í samband við játtan til serligan tørv í Fólkaskúlanun, sum hann heldur als ikki letur seg gera, hvørki økonomiskt ella organisatoriskt.
?Dags dato havi eg sagt meg úr starvi, sum stjóri á Sernamsdeplinum.
Eg havi valið í millum at vera stjóri í Sernámsdeplinum ella varðveita mítt trúðvirði. Orsøkin er, at eg havi fingið tænastuboð í samband við játtan til serligan tørv í fólkaskúlanum um at gera nakað, sum ikki letur seg gera.
Eg havi tó roynt, vælvitandi at uppgávan er ómøgulig innan verðandi karmar, organisatoriskt og økonomiskt.?
Uppsøgnin er send Mentamálaráðnum, boðar Helgi Rasmussen frá.
Helgi er 48 ára gamal. Hann hevur psykologiskt embætisprógv í sálarfrøði frá Århus universiteti, hevur útbúgving sum organisationsráðgevi, hevur luttikið á internationalum ársskeiði fyri organisationssálarfrøðingum, umframt onnur skeið innan sálarfrøði og ráðgeving.
Helgi hevur millum annað arbeitt sum sálarfrøðingur í Kristianssand í einari habiliteringstænastu, verið ráðgevi hjá skúlum, bústovnum og øðrum, serliga í sambandi við menningartarnað og hevur
arbeitt sum sálarfrøðingar í einum alkoholviðgerðarstovni.
Helgi Rasmussen tók við starvinum 1. januar í ár, tá hann avloysti Emmy Joensen, sum hevði verið settur stjóri í eitt ár, og hevur altso longu sagt seg úr starvi aftur.










