Starvfólkini keypt Oceanwide

1. juni broytti føroyska deildin hjá hollendsku fyritøkuni Oceanwide navn til Crew.fo. Navnabroytingin hevur samband við eigaraskifti, tí starvsfólkini hava keypt deildina

FINNA ARBEIÐSMEGI

Birgir Waag Høgnesen

birgir@sosialurin.fo

 

 

Starvsfólkini eru Karl Christiansen, Guðrið undir Kletti og Jónas Sigmarsson, sum eisini verður stjóri. Yvirtøkan fór fram 1. juni 2008.

Hóast bæði eigara- og navnaskiftið, so verður virksemið enn sum áður tað sama, nevniliga at útvega føroyskum fyritøkum á sjógvi og landi útlendska arbeiðsmegi, eins og at útvega føroyingum arbeiði uttanlands.

- Felagið er væl fyri til tess, tí Oceanwide, sum hevur skrivstovur í fleiri enn 60 londum, verður framhaldandi okkara samstarvspartnari, sigur felagið.

Crew.fo heldur til uppi á Sandvíkahjalla, har opið er vanligar skrivstovutíðir.

- Men sum tað fyrsta hava vit gjørt av, at vit vera at hitta á telefonini alt samdøgrið, soleiðis at tað verður so ómaksleyst sum møguligt hjá viðskiftafólkum okkara at koma í samband við okkum, sigur felagið í tíðindaskrivi.