Starvast bæði sum kongur og flogskipari

Kongurin í Hollandi, Willem-Alexander, hevur í 21 ár havt eitt starv við síðurnar av síni ábyrgd sum prinsur og nú kongur. Í 21 ár hevur hann verið 2. skipari umborð á flogførum hjá hollendska flogfelagnum KLM.

 

Hann sigur við fjølmiðlar, at hann er fleiri ferðir sæddur á flogvøllinum í skiparabúna, men hann hevur ongantíð avdúkað, at hann hevur starvast hjá KLM.

 

Í hesi 21 ár hevur hann nakrar ferðir um mánaðin flogið millum býir í Evropa.

 

Mamma Willem Alexander, drotning Beatrix, segði heitið frá sær í 2013 og Willem-Alexander gjørdist tá kongur í Hollandi – umframt at hann er flogskipari.