Startskotið verður gospelkonsert í Løkshøll

Sum siður er, verður gospelkonsert í Løkshøll á eystanstevnu. Í ár verður konsertin hóskvøldið 13. juni, og soleiðis verður konsertin startskotið til stevnuna

Fýra ymiskar framførslur verða á gospelkonsetini í Løkshøll á eystanstevnu.
Sofus Hansen er kendur og garvaður country-og gospelsangari, men í hesum døgum er hann mest kendur frá síni luttøku í útvarpssendingini, Also.
Zamar hava nýliga givið út nýggja fløgu, og á gospelkonsertini fara tey eitt nú at framføra løg av fløguni.
Kristina Bærendsen er væl kend og hevur eisini nýliga givið út fløgu.
Frálíka sangkvinnan úr Saltangará rakar altíð seymin á høvdið, og tí er hon við aftur í ár.

Politikarar framføra
Í fleiri ár hava lokalir landspolitikarar havt eitt innslag á konsertini, og í ár eru tað kommunupolitikarar í Runavíkar kommunu, sum sleppa framat.
Atgongumerki til gospelkonsertina, sum byrjar hóskvøldið 13. juni klokkan 20, fáast til keyps á www.loksholl.fo - ella við dyrnar ein tíma, áðrenn konsertin byrjar.
Kostnaðurin fyri atgongumerki er 200 krónur.