Startskot til oljuboring

Umboð fyri føroyskar myndugleikar og oljufelagið Statoil, sum stendur fyri boring í summar hittust á fundi í farnu viku at viðgera komandi boring

Oljuboring
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Nú eru minni enn fimm mánaðir til fyrstu boringina á basaltinum inni á føroyska landgrunninum. Í hesum sambandi var startskot latið av í Havn í vikuni, tá umboð fyri nógvar stovnar og fyritstøðufelagið Statoil møttust. Talan var um ein sokallaðan "Kickof" fund, har sett verður út í kortið

Í sambandi við eina boring sum hesa verða mong krøv sett til bæði fyristøðufelagið og ymsu myndugleikarnar, sum hava eitthvørt tilknýti til boringina eitt nú viðvíkjandi umhvørvi, heilsu og trygd osfr. Fyristøðufelagið skal lata lata inn eina umsòkn, har hesi mongu krøv eru eftirlíkað. Nógvir føroyskir myndugleikar eru partur av hesi tilgongdini og fyri at alt kann vera uppá pláss hjá Statoil skal felagið í seinasta lagið tríggjar mánaðir undan sjálvari boringini lata inn umsókn.

Millum stovnarnar, sum vóru við á fundinum hósdagin, vóru Jarðfeingi (tað er nýggja navnið á Oljufyrisitingini, blaðm.), løgreglan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sjúkrahús, landslækni, arbeiðseftirlit, apoteksverk, flogvøllur o.o. Eisini vóru umboð fyri borifelagið Stena við á fundinum.

Rúni Hansen, stjóri í Statoil sigur, at talan var um ein kunnandi fund, har teir ymsu partarnir løgdu fram ymsu krøvini og ynskini til ta komandi boringina. Hjá Statoil hava tey úr at gera í hesum døgum og fer virksemi at økjast sohvørt, eitt nú tá tilboð til sáttmálar skulu út.

Miðjað verður ímóti at seta borin í undirgrundina í juli.