Tað avgjørdi býráðið í Klaksvík á fundi í gjárkvøldið, nú grunnurin til mentanarhús í býnum verður settur á stovn.
Ætlanin er at eitt slíkt hús skal kunna hýsa sjónleiki, tónleiki og list. Enn er eingin tíðarætlan sett fyri mentanarhúsinum, men nú er skjøtul í øllum førum settur á.
- Húsið kemur at vera eitt kraftsentur fyri býin, sigur Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini í býráðnum.