Startrøðin til Ódnartøk leygardagin klár

Her er skráin til kappróðrarkappingina Ódnartøk við vestaru bryggju leygardagin.

Fyrsta umfar í "Heystkappingini í ódnartøkum”, verður í Havn í morgin leygardagin 6. september klokkan 13.00. Róð verður frá Skipasmiðjukeiini yvir móti Ískeiini. Róð verður 140 metarar, sum svarar til umleið 25-30 tøk, so alt er ein langur spurtur. Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag og varðar tiltakið undir 2 tímar.

 

 

1. umfar

2. umfar

3. umfar

Riðlar

Start tíð

Start tíð

Start tíð

Barnaróður Gentur

13.00

13.35

14.10

5. Mannafør gentur

13.05

13.40

14.15

6. Mannafør menn

13.10

13.45

14.20

8. Mannafør

13.15

13.50

14.25

5. Mannafør dreingir

13.20

13.55

14.30

6. Mannafør kvinnur

13.25

14.00

14.35

10. Mannafør

13.30

14.05

14.40

 

Tær tilmeldaðu manningarnar eru hesar:

 

Barnaróður Gentur

8. Mannafør

Hvassi

Argjabáturin

Pílurin

Miðvingur

5. Mannafør gentur

Blikur

5. Mannafør dreingir

Sílið

Frúgvin

Silja

Blikur

Drekin

Jallurin

Jallurin

Spógvin

6. Mannafør kvinnur

Sundabáturin

6. Mannafør menn

Rádni

Herningur

Lómur

Rádni

Sólmundur

Jarnbardur

Gongurálvur

10. Mannafør

Sundabáturin

Ormurin Langi

Skúgvur

Drekin Reyði

Lómur

Havnarbáturin