Ítróttarliga leiðslan í norska felagnum Start, har Todi Jónsson er ein av spælarunum, hevur fult álit á venjaranum Tom Nordlie, hóast úrslitini hjá Start higartil í ár hava verið vánalig.
- Eg havi ikki tosa um hetta við nevndina, men eg havi óavmarkað álit á Tom Nordlie. Venjarar verða sjálvsagt mettir út frá sínum úrslitum, men eg dugi ikki at síggja nakran betri venjara til okkara felag enn Tom Nordlie, sigur nevndarformaðurin í Start, Erik Solér.
Start liggur í løtuni næstniðast í tippuliguni, og sunnudagin spælir felagið á heimavølli ímóti Stabæk, sum liggur sum nummar fimm.









