Start uttan Toda

Norska felagið Start vann týskvøldið venjingardyst ímóti svenska felagnum IFK Gøteborg.

Dysturin varð spældur á La Manga, og Start vann 4-3. Todi Jónsson var ikki við í dystinum, tí hann hevur ein skaða. Start er illa plágað av skaðum, tí heili 11 spælarar eru ikki førir fyri at spæla dyst í løtuni.