Start tapti greitt

Norska felagið Start tapti heili 3-0 ímóti Lyn í einum venjingardysti á La Manga um vikuskiftið.

Tey bæði liðini, sum vóru við í oddastrínum í Tippuliguni farna kappingarár, vóru bæði á venjingarlegu á La Manga og spældu dyst leygardagin. Lyn var greitt við yvirlutan, og Jo Tessem skoraði hattrick fyri Lyn.
 Vit høvdu ein vánaligan dag, men vit mugu royna at brúka dystin til nakað positivt, segði venjarin Tom Nordlie eftir dystin.
Todi Jónsson spældi ikki við í dystinum, tí hann er ikki heilt klárur eftir skaða.