Hóskvøldið spældi Start venjingardyst ímóti Rosenborg, og dysturin endaði við, at Start tapti 2-0. Todi Jónsson var ikki við hjá Start, tí hann fekk ein minni vøddaskaða undir venjing mikudagin, og tí kundi hann ikki spæla. Roknað verður tó við, at Todi verður klárur aftur fyrsta dagin. Nú fer Start til Spania á venjingarlegu.