Norska felagið Start hevur verið illa plágað av skaðum í hesum kappingarárinum, og framvegis eru nógvir spælarar, ið ikki fáa fáa vant. Fedrelandsvennen skrivar, at heili sjey spælarar í løtuni eru skaddir ella sjúkir. Føroyski álopsspælarin Todi Jónsson hevur ofta staðið á skaðalistanum hjá Start í ár, men í løtuni stendur hann ikki á hesum lista. - Hetta hevur verið eitt sera trupult kappingarár við øllum skaðunum, sum vit hava havt, sigur venjarin Tom Nordlie.