Heldur ikki hetta vikuskiftið eydnaðist tað norska felagnum Start at vinna dyst í tippuliguni. Start var á útivølli ímóti HamKam, og teir fingu eitt stig við sær heimaftur. Start legði seg á odda í 10. minuttir, men so svaraði HamKam aftur við tveimum málum áðrenn hálvleikssteðgin. Marius Johnson javnaði aftur fyri Start, tá ið ein tími var spældur. Seinasta kortertið spældi Todi Jónsson við, og hesa løtuna trýsti Start óført fyri at fáa sigursmálið, men hóast nógvar royndir, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið.










