Start skoraði 10 mál

Norska felagði Start vann heili 10-1 í norsku steypakappingini í gjárkvøldið. Start spældi ímóti 3. deildarliðnum Arendal, og stórur munur var á liðunum. Todi Jónsson varð spardur til dystin, og hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Dysturin varð spældur í Arendal, og har fegnaðust tey um, at óvanliga nógvir áskoðarar vóru til dystin. Heimaliðið formáddi sær tó lítið ímóti sterka Start-liðnum, men eitt mál kláraði Arendal tó at skora.