Start misti í evstu løtu

Start spældi í gjár ímóti Molde í norsku tippuliguni, og dysturin var spældur í Molde, har besti fótbótlsvøllurin í Noregi er. Todi Jónsson spældi allan dystin í álopinum hjá Start, og longu tá ið 10 minuttir vóru farnir, kom Start fram um 1-0. Málið gjørdi Marius Johnsen. Start helt leiðsluna til tríggjar minuttir inn í yvirtíðina. Beint áðrenn dómarin bríkslaði dystin av, javnaði Molde, og so misti Start tvey týdningarmikil stig.