Start er framvegis oddalið í norskum fótbólti. Men mikukvøldið versnaðu fyritreytirnar hjá teimum. Viking, sum Start mánakvøldið skal spæla móti í Stavanger, tapti 2-0 á útivølli móti Lillestrøm, so sammett við Viking styrknaði støðan hjá Start.
Størsta hóttanin fer ivaleyst at koma frá Vålerenga. Teir í Oslo felagnum vóru mikukvøldið upptiknir av europeisku meistarakappingini, har teir á útivølli móti Haka í Finnlandi, sum áður hevur spælt móti HB, tryggjaðu sær sess í triðja innleiðandi umfarinum.
Tí var heimadysturin hjá Vålerenga móti Molde útsettur. Oslo felagið er fýra stig aftanfyri Start, men teir hava spælt ein dyst minni.
Í Noregi verður nógv tosað um, um tað man fara at eydnast Start at halda tørn um oddasessin. Fleiri serfrøðingar siga seg rokna við, at tað fer Start ikki. Teir rokna við, at Vålerenga fer at vinna meistaraheitið.
Eftir dystarlok í Kristiansand helt Lyn venjarin, Henning Berg, sum er gamal Manchester United verjuspælari, at hansara lið hevði verið ógvuliga heppið at fáa eitt stig. Sjálvandi iðraði hann seg um, at tað í evstu løtu var eydnast Toda Jónsson at fáa mál, og at liðið hjá honum harvið hevði mist tvey stig, men hann helt, at Start stóran partar av tíðini hevði rundbarberað teir, sum hann tók til.
Karismatiski Odd Nordlie, sum er venjari hjá Start, segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið, og hann segði seg ikki ivast í, at teir fóru at megna at halda tørn um oddasessin, um teir framvegis fóru at megna hetta leikliga støðið.
Trettan tey seinastu árini hevur Rosenborg verið meistari. Tað verða teir ikki í ár. Tað er rættulig kreppa í Tróndheimi. Mikukvøldið var Rosenborg á útivølli móti Fredrikstad, sum var fyrsta felagið í Noregi, sum ætlaði at keypa Toda Jónsson. Meistaraliðið varð fullkomuliga eyðmýkt. Fredrikstad vann 5-1!