Tað gongur framvegis væl hjá Start í norsku tippuliguni. Í gjár spældi liðið á heimavølli ímóti Molde og vann 3-2. Molde var á odda 2-1 eitt skifti, men Start svaraði aftur við tveimum málum og vann dystin. Todi Jónsson var á beinkinum hjá Start, og hann var settur á vøllin 10 minuttir fyri tíð. Hann hevði ein góðam málmøguleika, tá ið hann gjørdist leysur, men málmaðurin bjargaði royndini. Molde er nú fýra stig frá bronsumerkjunum í tippuliguni.