Norska felagið Start er plágað av nógvum skaðum millum sínar spælarar. Fleiri av stuðulsspælarunum hava ikki kunnað sum vanligt seinastu tíðina, tí teir hava verið skaddir, og stundum hevur skaðalistin verið sera langur.
Ein av teimum, sum hevur drigist við skaða, er føroyski landsliðsspælarin Todi Jónsson, men hjá honum gongur rætta vegin.
Fyrrverandi norski landsliðsvenjarin Nils Johan Semb var á La Manga herfyri og tosaði við feløgini um talentmenning, og hann var millum annað til venjing hjá Start.
Start virkar merkt av, at fleiri av spælarunum ikki eru í toppformi enn. Hópurin sær góður út, men skal felagið blanda seg í toppin, so mugu lyklaspælarar koma skjótt fyri seg aftur, sigur Nils Johan Semb viið Fedrelandsvennen.
Byrja aftur
Týðandi spælarar sum Marius Johnsen, Fredrik Strømstad og Atle Roar Håland hava verið skaddir, og teir hava nakað at heinta næstu vikurnar.
Nógvir skaðar minka um styrkina hjá Start, eingin ivi um tað, sigur Nils Johan Semb.
Sunnudagin skal Start í eldin aftur, tá ið norðurlendska kappingin Royal League byrjar aftur eftir vetrarsteðg. Start skal í dystinum sunnudagin spæla ímóti svenska liðnum Hammarby, og dysturin verður spældur á Søderstadion í Stockholm.
Skal Start hava møguleika at koma víðari í kappingini, skal felagið vinna dystin sunnudagin og ein dyst ímóti FC Midtjyllandi seinni.