Trupulleikarnir hjá norska felagnum Start eru nú eyðsýndir. Eftir tríggjar dystir í norsku tippuliguni hevur felagið framvegis ikki skorað eitt mál. Tveir av dystunum eru endaðir við tapi, meðan tann triði endaði sum málleysur javnleikur.
Ítróttarredaktørurin á Fedrelandsvennen skrivar í einari viðmerking, at um Start ikki fær hol á málskjótingina beinanvegin, verður kappingarárið sera trupult.
Mánakvøldið tapti Start uttan Toda Jónsson á liðnum 1-0 ímóti Brann.
- Mánadagin skuldi Todi steðga málturkinum á liðnum, men hann gjørdist sjúkur. Faktum er nú, at Start hevur einki mál gjørt í ár, og tað er álvarsamt, skrivar Svein Enersen í sínari grein.Næsti dysturin hjá Start verður ímóti Viking leygardagin.