Venjarin hjá Start, Tom Nordlie, var misnøgdur við tapið ímóti Lillestrøm í gjár. Hann helt, at liðið skuldi fingið ein javnleik burtur úr dystinum.
- Tað er irriterandi, at vit skulu brúka ein hálvleik, áðrenn vit koma ordiliga í gongd. Vit høvdu avtalað, at vit skuldu ikki geva Lillestrøm óneyðug fríspark, men tað kláraðu vit ikki at halda, segði Tom Nordlie eftir dystin, sum Start tapti eftir eina deyðbóltsstøðu.- Vit eru ikki nakað topplið í ár, sigur Norldie. Og tað sæst aftur á stigatalvuni. Eftir at Start í fjør stríddist um gullið, liggur felagið nú triðniðast við fimm stigum eftir seks dystir.