Í kvøld eru møguleikarnir góðir hjá vágbingum og suðuroyingum annars at fáa sær ein dans, tí bæði Starlight og Mr. Country spæla í Vági Sermerkt við Starlight er, at hesin bólkurin spældi í áttatiárunum, men savnaðist so fyri einum ári síðani til eitt dansikvøld í VB Húsinum fyri ári síðani.
Hetta endurtaka teir so aftur nú. Bólkurin spælir góðan dansitónleik og serliga løg frá áttatiárunum, og kanska eldri løg eisini, men okkurt nýggjari sleppur eisini upp í part, tá teir fara á pallin í VB Húsinum í kvøld.
Mr. Country leikar til dans í Framtíðini í Vági. Sum navnið bendir á, so er talan um góðan og dansivinarligan countrytónleik. Jens Lisberg er á odda við mikrofonini, og afturat sær hevur hann Georg eystan Á og Arnbjørn Sivertsen.
Í Framtíðini er 20 ára aldursmark í kvøld.